Archive for the ‘Weddings’ Category

Brúðarmyndir – Ingigerð og Tóri

Leygardagin 29/11-2007 tóku vit myndir til brúdleypið hjá Ingigerð og Tóra. Tað var ein sera vakur dagur og tey vóru ein dreymur at taka av. Vit fingu tað tíð, ið vit ynsktu okkum at taka myndirnar í og úrslitini vóru sera góð.Fleiri koma seinni, men her eru nakrar av myndunum.1.5.jpg2.3.jpg3.6.jpg4.1.jpg5.2.jpg6.4.jpg7.7.jpg8.11.jpg9.8.jpg10.9.jpg

Brúdleyp – Brynhild og Eli

Leygardagin skulu vit taka brúðarmyndir fyri Brynhild og Eli.
Her eru eini boð frá brúðarparinum:

Leygardagin 05. januar 2008 giftast Brynhild Henriksen og Eli Viðbjørg.
Vígslan verður í Býráðshúsinum í Klaksvík kl. 11.00.
Opið hús verður í Børkugøtu 35 frá kl 19.00.
Øll eru vælkomin.

brynhild_1.jpg

Brúdleyp 2008

brudleyp2008.jpg

Vit nærkast nú skjótt 2008 og tað verður eitt heilt serligt ár fyri okkum. Ikki einans tí at vit júst hava keypt eini hús í Føroyum 😉 men eisini tí at hetta verður árið har Garfild fer at gerast vaksin. Tá ið vit byrjaðu at taka myndir sóu vit skjótt at tað riggaði væl og at hetta var júst tað, ið vit skuldu gera. Síðani hava vit gjørt alt, ið vit kunnu fyri at gerast betri og úrslitini tala hareftir.

Fleiri fyrispurningar um brúðarmyndir eru longu komin fyri 2008 og tað gleðast vit sjálvsagt um. So um tit kundu hugsað tykkum at vit tóku myndir til tykkara brúdleyp, so er ikki at bíða, men heldur at spyrja seg fyri beinanvegin. Í 2007 komu nógvir fyrispurningar seint og eisini vóru fleiri, ið spurdu um sama dato og vit kunnu sjálvsagt ikki taka fleiri brúdleyp sama dag.

Okkara mál er at hvørt brúdleyp, ið vit taka myndir til skal verða tað besta og tí gera vit alt vit kunnu fyri at fáa góðar myndir. So um tit ynskja góðar myndir av tykkara brúdleypi, so eru vit tey røttu. Tá vit taka brúdleyp eru vit altíð 2 fotografar og fáa altíð avmyndað vígsluna frá fleiri vinklum. Gvøðny tekur myndir frammaliga og Janus stendur longri afturi við einari langari linsu og tað ger at sjálvt um vit eru tvey so forstýra vit ikki vígsluna.

Tá vit taka brúðarmyndir fylgja vit brúðarparinum ígjøgnum allan dagin og syrgja fyri at tit fáa eitt vakurt brúdleyps album har tykkara brúdleypsdagur verður lýstur á besta hátt. Vit hava nakað av tí bestu útgerini, ið fæst til júst hetta slagið av myndatøku. So um tit hava spurningar hesum viðvíkjandi so kunnu tit senda okkum ein teldupost á garfild@garfild.fo

Spurningar:

1. Hvussu langt áðrenn brúdleypið er best at kontakta tykkum, um tit kunnu taka myndir?
Skjótari vit fáa dagin at vita og at tit ynskja okkum at taka myndir, tess betri, men uml. 4-6 mánaðar er ofta nøktandi. Um summarið eru fleiri brúdleyp og tá eru fleiri fyrispurningar, so sig frá so skjótt tit hava tikið eina avgerð um at fáa okkum at taka brúðarmyndirnar.

2. Hvussu kunnu vit bíleggja tykkum?
Tá ið tit ynskja at bíleggja okkum, so kunnu tit senda ein t-post til: garfild@garfild.fo við hesum upplýsingunum í:
A. Navn og eftirnavn
B. Dagfesting
C. Hvar verður brúdleypið og veitslan
D. Hvussu nógv fólk vænta tit
E. Viðheft eina mynd av brúðarparinum

Vit kanna so møguleikarnar og siga tykkum frá aftur um tað liggur fyri og um vit halda okkum vera tey røttu til at taka tykkara brúdleyp, so senda vit tykkum eina kontrakt at lesa ígjøgnum og undirskriva. Tá vit hava fingið kontraktina aftur og eitt forskot uppá 20% av avtalaða prísinum so eru tit trygg. Inntil kontraktin er undirskrivað og pengarnir fluttir er dagurin opin til ein og hvønn at taka.

3. Hvussu langa tíð tekur tað, til vit fáa albumið eftir brúdleypið?
Tá ið vit hava avmyndað eitt brúdleyp liggur enn eitt stórt arbeiði í at velja myndir út og redigera myndirnar. Til storybook albumið skulu síðurnar verða settar upp og myndirnar verða viðgjørdar so at tær allar passa væl saman í eina heild. Hetta arbeiði tekur nógva tíð og tá okkara arbeiði er gjørt, verður albumið sent víðari til printingar. Hetta arbeiði tekur ímillum 1-2 mánaðir.

4. Fáa vit eina DVD við myndunum á?
Ja, tit fáa eina DVD við 700-1000 myndum á. Á fløguni eru eisini allar tær redigeraðu myndirnar, ið eru farnar í albumið so at tit eisini sjálvi kunnu printa myndirnar frá albuminum út.

5. Kunnu tit koma til Suðuroyar at taka myndir?
Ja, okkum dámar væl at ferðast, so tað gera vit gjarna. Tá vænta vit at tit fáa okkum innivist antin á Hotelli ella sjómansheimi har suðuri.

Malan og Arni album

Here are some pages of Malan and Arni´s storybook album. This album will be printed in a 30×30 cm storybook album.

Her er eitt “storybook” album frá brúdleypinum hjá Maluni og Arna. Hetta albumið verður prenta í eina 30×30 cm brúdleypsbók.

1
pg001.jpg

2
page2.jpg

3
pg003.jpg

4
pg004.jpg

5
pg005.jpg

6
pg006.jpg

7
pg007.jpg

8
pg008.jpg

9
pg009.jpg

10
pg010.jpg

11
pg011.jpg

12
pg012.jpg

13
pg013.jpg

14
pg014.jpg

15
pg015.jpg

16
pg016.jpg

17
pg017.jpg

18
pg018.jpg

19
pg019.jpg

Malan og Arni

Vit høvdu tað gleði at taka myndir til brúdleypið hjá Maluni og Arna. Vígslan var í Gøtu og veitslan var á Hotel Hafnia í Havn. Dagurin gekk sera væl og vit fingu fleiri góðar myndir. Tit eru sjálvsagt vælkomin at skriva viðmerkingar.
Her eru nakrar av myndunum:

1
img_3680.jpg

2
img_3723.jpg

3
img_5902.jpg

4
img_5946.jpg

5
img_6017.jpg

6
img_5969.jpg

7
img_5982.jpg

8
img_4016.jpg

9
img_6304.jpg

10
img_6230.jpg

11
img_4116.jpg

12
img_6293.jpg

13
img_6453.jpg

14
img_6520.jpg

15
img_6655.jpg

16
img_6666.jpg

17
img_6704.jpg

18
img_7227.jpg

19
img_7262.jpg