Archive for the ‘Portraits’ Category

Angelie – UK

Here are some photos of Angelie who is one of our very best Faroese friends. Gvodny and Angelie lived in the same street as kids and now this year she has come to UK to study at the same college as Gvodny.

Her eru nakrar myndir av Angelie. Gvøðny og Angelie eru uppvasknar saman og nú lesa tær so á sama skúla í Onglandi. Og jú tað er eisini Angelie á seinastu myndini 🙂

1.
angelie_5.jpg

2.
angelie_1.jpg

3.
angelie_4.jpg

4.
angelie_3.jpg

5.
angelie_6.jpg

6.
angelie_2.jpg

Advertisements

Maj og Martin Sirkovsky

Í summar høvdu vit tað gleði at uppliva at sleppa at taka myndir av Maj og Martin Sirkovsky. Martin er kendur um alt Føroya land fyri at verða brúdleyps-fotografurin, ið tú mást hava fatur í til hesa hátíðarligu løtu. Tað gjørdi, at tað var nakað heilt serligt at sleppa at taka myndir av teimum.
Innan myndatøku í Føroyum hevur Martin avgjørt eitt heilt serligt pláss. Vit kunnu býta tíðina upp í fyri – og eftir Martin. Tá ið Martin byrjaði sum fotografur í Føroyum, vóru myndirnar av brúdleypum mangan keðiligar og lítið sigandi, men nú er myndatøkan eitt av hæddarpunktunum á hjúnarbandsdegnum hjá fleiri brúðarpørum í Føroyum.
Fyri eini 10-15 árum síðani fóru nakrir útlendskir fotografar at taka myndir á ein nýggjan og øðrvísi hátt á hjúnarbandsdegnum. Ístaðin fyri at brúðarparið fór til ein fotograf, sum tók nakrar poseraðar brúðarmyndir, so valdu hesir fotografar at avmyndað allan hjúnarbandsdagin frá byrjan til enda. Hetta legði eina nógv størri ábyrgd á fotografin, men úrslitið er eisini nógv betri. Í dag er Bókin um hjúnarbandsdagin (storybook) kend um allan heim og er sera væl dámd. Við at taka myndir á henda hátt fær brúðarparið eina bók við myndum av øllum hjúnarbandsdegnum og hevur harvið eisini minnir fyri lívið at hyggja at.
Martin var hin fyrsti í Føroyum at taka myndir á henda hátt og hann er avgjørt eisini ein av okkara størstu fyrimyndum innan fotografi. So vit kendu tað sum vóru vit sloppin til háborðs, tá ið vit tóku myndir av Martin og Maj. Tá ið vit vóru liðug at taka myndir fóru vit heim til teirra at eta Pizza.

Hesa myndina hava vit tikið og Martin.fo hevur viðgjørt hana.
martin-og-maj-1.jpg

Myndir av Kristinu (systur Gvøðny)

Vit royndu okkara nýggju ljósútgerð í samband við at vit skulu taka eitt brúdleyp leygardagin. Her eru nakrar av myndinum og tað kunnu neppa verða deildar meiningar um myndirnar. Altíð stuttligt at taka av Kristinu.

kristina-1.jpg

kristina-2.jpg

kristina-12.jpg

kristina-4.jpg

kristina-3.jpg

kristina-11.jpg

kristina-5.jpg

kristina-6.jpg

kristina-8.jpg

kristina-7.jpg

Og so eru tvær til Mr some1:
kristina-9.jpg

kristina-10.jpg