Archive for apríl, 2008|Monthly archive page

Stórar broytingar á veg

Ronja

Tit minnast kanska myndirnar av Anitu við stórum búki og her er so ein mynd av Ronju saman við pápa hennara. Tit koma at síggja fleiri myndir av henni um uml. 1-2 vikur, men til tá, eru fleiri stórar broytingar farnar fram.

Nýtt prosjekt

Tað seinastu tíðina hava vit arbeitt við einari nýggjari verkætlan og fríggjadagin 25 apríl verður tað gjørt alment hvat akkurát tann verkætlanin inniber. Verkætlanin verður skotin ígongd við tí nýggja Kvinnu blaðnum og ein av teimum fremstu síðunum í Kvinnu verður ein lýsing við verkætlanina. Vit vóna at tað kemur at verða fleiri av tykkum til góða hjálp 🙂

Nýggjan Blogg

Hetta er okkara seinasti postur á hesum blogginum. Vit hava nú í eina tíð arbeitt við at skapa okkum eitt nýtt branding og ein nýggjan Blogg og 1 mai verður Bloggurin almennur. Vit eru sera spent upp á bloggin og halda at hann er nógv betri enn hesin 🙂

Familjumyndir, Barnamyndir og forlovilsmyndir

Vit hava sett mai og part av juni av til at taka familju-, barna- og forlovilsmyndir og taka ímóti bíleggingum nú. Um tit ynskja at tosa við okkum ella at bíleggja pláss, eru tit vælkomin at skriva okkum ein mail ella at ringja á tlf. 289 200. Um tit eru áhugaið at fáa okkum at taka myndir til skúla ella barnagarðar er tað eisini møguligt, men sera avmarkað pláss. Men ring og so kunnu vit tosa um tað er møguligt ella ikki.