Brúdleyp 2008

brudleyp2008.jpg

Vit nærkast nú skjótt 2008 og tað verður eitt heilt serligt ár fyri okkum. Ikki einans tí at vit júst hava keypt eini hús í Føroyum 😉 men eisini tí at hetta verður árið har Garfild fer at gerast vaksin. Tá ið vit byrjaðu at taka myndir sóu vit skjótt at tað riggaði væl og at hetta var júst tað, ið vit skuldu gera. Síðani hava vit gjørt alt, ið vit kunnu fyri at gerast betri og úrslitini tala hareftir.

Fleiri fyrispurningar um brúðarmyndir eru longu komin fyri 2008 og tað gleðast vit sjálvsagt um. So um tit kundu hugsað tykkum at vit tóku myndir til tykkara brúdleyp, so er ikki at bíða, men heldur at spyrja seg fyri beinanvegin. Í 2007 komu nógvir fyrispurningar seint og eisini vóru fleiri, ið spurdu um sama dato og vit kunnu sjálvsagt ikki taka fleiri brúdleyp sama dag.

Okkara mál er at hvørt brúdleyp, ið vit taka myndir til skal verða tað besta og tí gera vit alt vit kunnu fyri at fáa góðar myndir. So um tit ynskja góðar myndir av tykkara brúdleypi, so eru vit tey røttu. Tá vit taka brúdleyp eru vit altíð 2 fotografar og fáa altíð avmyndað vígsluna frá fleiri vinklum. Gvøðny tekur myndir frammaliga og Janus stendur longri afturi við einari langari linsu og tað ger at sjálvt um vit eru tvey so forstýra vit ikki vígsluna.

Tá vit taka brúðarmyndir fylgja vit brúðarparinum ígjøgnum allan dagin og syrgja fyri at tit fáa eitt vakurt brúdleyps album har tykkara brúdleypsdagur verður lýstur á besta hátt. Vit hava nakað av tí bestu útgerini, ið fæst til júst hetta slagið av myndatøku. So um tit hava spurningar hesum viðvíkjandi so kunnu tit senda okkum ein teldupost á garfild@garfild.fo

Spurningar:

1. Hvussu langt áðrenn brúdleypið er best at kontakta tykkum, um tit kunnu taka myndir?
Skjótari vit fáa dagin at vita og at tit ynskja okkum at taka myndir, tess betri, men uml. 4-6 mánaðar er ofta nøktandi. Um summarið eru fleiri brúdleyp og tá eru fleiri fyrispurningar, so sig frá so skjótt tit hava tikið eina avgerð um at fáa okkum at taka brúðarmyndirnar.

2. Hvussu kunnu vit bíleggja tykkum?
Tá ið tit ynskja at bíleggja okkum, so kunnu tit senda ein t-post til: garfild@garfild.fo við hesum upplýsingunum í:
A. Navn og eftirnavn
B. Dagfesting
C. Hvar verður brúdleypið og veitslan
D. Hvussu nógv fólk vænta tit
E. Viðheft eina mynd av brúðarparinum

Vit kanna so møguleikarnar og siga tykkum frá aftur um tað liggur fyri og um vit halda okkum vera tey røttu til at taka tykkara brúdleyp, so senda vit tykkum eina kontrakt at lesa ígjøgnum og undirskriva. Tá vit hava fingið kontraktina aftur og eitt forskot uppá 20% av avtalaða prísinum so eru tit trygg. Inntil kontraktin er undirskrivað og pengarnir fluttir er dagurin opin til ein og hvønn at taka.

3. Hvussu langa tíð tekur tað, til vit fáa albumið eftir brúdleypið?
Tá ið vit hava avmyndað eitt brúdleyp liggur enn eitt stórt arbeiði í at velja myndir út og redigera myndirnar. Til storybook albumið skulu síðurnar verða settar upp og myndirnar verða viðgjørdar so at tær allar passa væl saman í eina heild. Hetta arbeiði tekur nógva tíð og tá okkara arbeiði er gjørt, verður albumið sent víðari til printingar. Hetta arbeiði tekur ímillum 1-2 mánaðir.

4. Fáa vit eina DVD við myndunum á?
Ja, tit fáa eina DVD við 700-1000 myndum á. Á fløguni eru eisini allar tær redigeraðu myndirnar, ið eru farnar í albumið so at tit eisini sjálvi kunnu printa myndirnar frá albuminum út.

5. Kunnu tit koma til Suðuroyar at taka myndir?
Ja, okkum dámar væl at ferðast, so tað gera vit gjarna. Tá vænta vit at tit fáa okkum innivist antin á Hotelli ella sjómansheimi har suðuri.

Advertisements

4 comments so far

  1. Arni on

    Sum ein, sum hevur notið gott av hesum brúdleypstilboðið vil eg bara líka siga, at bæði eg og Malan eru ótrúliga glað fyri bæði myndirnar og fyri myndatökuna sjálva. Janus og Gvöðny eru lött, góð og professionell at arbeiða saman við og eru deiliga kreativ. Brúdleyp eru alvorlig ting, sum helst bara skulu henda einaferð og myndirnar eru tí ótrúliga týdningarmiklar. Eg haldi myndirnar hjá Janus og Gvöðny liva væl og virðiliga upp hvussu týdningarmiklar brúdleypsmyndir eru. So, um onkur ætlar sær at giftast og tey vilja hava feitar myndir, so viðmæli eg Janus og Gvöðny uppá tað harðasta!

  2. Janus on

    Hey Arni
    Takk fyri viðmerkingina.
    Tit vóru júst tað, ið vit ynskja at arbeiða við, á tann hátt at myndirnar høvdu stóran týdning fyri tykkum og tit góðu okkum tíð og ummstøður at gera okkara besta oog úrslitið er hareftir.
    Takk fyri og all the best.
    – Gvøðny og Janus

  3. Ingigerð on

    Hesar myndirnar eru ótrúliga góðar og spennandi. Eg eri sera glað og takksom fyri, at tað eru tit sum skulu taka okkara brúdleypsmyndir tann 29. des. og sera spent at síggja úrslitið. Eg ivist ikki í at tær fara at vera ógviliga dýrabarar fyri okkum og nakað, sum vit stolt kunnu deila við onnur.

  4. Janus on

    Hey Ingigerð
    Jú, vit gleða okkum nógv til 29. des og at sleppa at taka myndir av tykkum og eru sera glað fyri tað álitið tit vísa okkum við at geva okkum hesa ábyrgd.
    Alt tað besta og vit síggjast skjótt.
    – Gvøðny og Janus


Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s

%d bloggers like this: