Maj og Martin Sirkovsky

Í summar høvdu vit tað gleði at uppliva at sleppa at taka myndir av Maj og Martin Sirkovsky. Martin er kendur um alt Føroya land fyri at verða brúdleyps-fotografurin, ið tú mást hava fatur í til hesa hátíðarligu løtu. Tað gjørdi, at tað var nakað heilt serligt at sleppa at taka myndir av teimum.
Innan myndatøku í Føroyum hevur Martin avgjørt eitt heilt serligt pláss. Vit kunnu býta tíðina upp í fyri – og eftir Martin. Tá ið Martin byrjaði sum fotografur í Føroyum, vóru myndirnar av brúdleypum mangan keðiligar og lítið sigandi, men nú er myndatøkan eitt av hæddarpunktunum á hjúnarbandsdegnum hjá fleiri brúðarpørum í Føroyum.
Fyri eini 10-15 árum síðani fóru nakrir útlendskir fotografar at taka myndir á ein nýggjan og øðrvísi hátt á hjúnarbandsdegnum. Ístaðin fyri at brúðarparið fór til ein fotograf, sum tók nakrar poseraðar brúðarmyndir, so valdu hesir fotografar at avmyndað allan hjúnarbandsdagin frá byrjan til enda. Hetta legði eina nógv størri ábyrgd á fotografin, men úrslitið er eisini nógv betri. Í dag er Bókin um hjúnarbandsdagin (storybook) kend um allan heim og er sera væl dámd. Við at taka myndir á henda hátt fær brúðarparið eina bók við myndum av øllum hjúnarbandsdegnum og hevur harvið eisini minnir fyri lívið at hyggja at.
Martin var hin fyrsti í Føroyum at taka myndir á henda hátt og hann er avgjørt eisini ein av okkara størstu fyrimyndum innan fotografi. So vit kendu tað sum vóru vit sloppin til háborðs, tá ið vit tóku myndir av Martin og Maj. Tá ið vit vóru liðug at taka myndir fóru vit heim til teirra at eta Pizza.

Hesa myndina hava vit tikið og Martin.fo hevur viðgjørt hana.
martin-og-maj-1.jpg

Advertisements

No comments yet

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s

%d bloggers like this: