Nógv nýtt

Vit eru nú komin heim til Føroyar og hava longu tikið nógvar myndir. Nógvir studentar eru klaktir seinastu vikuna og Eifinn, beiggi Janus, er ein teirra. Vit tóku nakrar myndir av honum og her eru tríggjar av teimum.
Seinastu tíðina hava nógv vitja bæði heimasíðuna og bloggin. Vit hava vit fingið nógvar jaligar viðmerkingar um myndir og heimasíðu okkara. Tað er gott, men tit eru eisini vælkomin at skriva viðmerkingar til myndirnar á blogginum, tað kunnu onnur eisini lesa.
Fylgið annars væl við á blogginum, tí her fer nógv at henda komandi mánaðin. Hesa vikuna leggja vit fleiri studentamyndir og “trúlovingarmyndir” út, seinni koma fleiri “trúlovingarmyndir”, familjumyndir og brúðarmyndir út á blogg og heimasíðu okkara.
Vit hava við vilja valt ikki at leggja gamlar myndir út á blogg og heimasíðu okkara; avbjóðingin verður tá størri, og vit fáa betur víst avbera góðu myndagóðsku okkara og stíl. Er onkur, sum hevur hug at fáa tikið studentamyndir ella hava tit spurningar, ringið á tlf. 268412 ella skrivið á garfild@mac.com.

Annars skulu vit siga frá, at vit í næstu viku taka myndir í Suðuroynni.
Alt tað besta

 4.jpg

6.jpg

5.jpg

Ikki øll dáma skúla líka væl!!!
7.jpg

Advertisements

1 comment so far

  1. Egil on

    Niiice! 😉


Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s

%d bloggers like this: