Archive for juni, 2007|Monthly archive page

Nýggja heimasíðan komin

Endiliga er tann nýggja heimasíðan komin. Hygg runt á “flash síðuni” og lat okkum vita hvat tykkum dáma hana. Tit eru vælkomin at skriva viðmerkingar um hana ovast á hendan “postin” undir “comments”.
Síðan kann vera eitt sindur trupul at finna runt á fyrstu ferð, um man ikki er so stynnur í enskum, men um man hyggur runt eina løtu so er ikki so galið. Vit hava valt at skriva hana á enskum tí at vit arbeiða mest ímillum eingilsfólk.
Ígjøgnum tann komandi mánaðan verður hon nógv uppdaterað og fleiri myndir koma út á síðuna. Vit eru á veg heim nú og verða í FO 27 juni og eru at hitta á t-post: garfild@mac.com ella ígjøgnum telefon á ensku mobilini 0044 7821117795 ella á Føroyska nummarinum tlf. 268412.

Tilboð uppá familjumyndir

Í summar hava vit eitt heilt serligt tilboð uppá familjumyndir.

3 tímar myndatøka.
Redigering av myndum.
12 myndir í eitt album.
Prísur einans 2500 kr.

Vit kunnu eisini taka myndir og gera tykkum eitt “storybook” familju album (Tað er sama albumið, ið vit vanliga brúka til brúðarmyndir). Hetta kostar sjálvandi eyka, men so er tað eisini eitt album í serklassa.

Bert fáar dagar eftir myndatøkuna, hava vit útvalt ímillum 40-70 myndir og viðgjørt tær og lagt tær út á heimasíðu okkara. Síðani fáa tit eitt loyniorð, ið tit brúka undir “proofing”, so at bert tit og kanska familja og vinir tykkara kunnu síggja myndirnar online og velja tær myndir út, sum tykkum dáma best. Sera smart og ómakaleyst 🙂

“Storybook album”

Her eru nakrar síður úr einum storybook-albumi, ið vit hava gjørt. Tá ið tann nýggja heimasíðan kemur, verða fleiri album (myndasøvn) at síggja inni á henni, men her er so ein smakkroynd. Vit brúka líknandi album til brúdleyp, men eisini til familjumyndir, um onkur vil tað.

Brúðarmyndir

Vit hava fingið fleiri fyrispurningar um brúdleyp í summar, men enn eru nakrar dagfestingar eftir. Vit hava tikið myndir í nøkrum nøkrum brúdleypum, og vit fylgja við brúðarparinum gjøgnum allan dagin, taka sjálvandi brúðarmyndir og eru eisini við í veitsluni um kvøldið. Vit hava sera snotiligt „storybook“-album, ið vit brúka til brúdleyp. Vil brúðarparið heldur hava okkurt annað, so hava vit eisini snotilig „traditionell“ leðuralbum.
Fyri at tit skulu fáa endaligt svar skjótast gjørligt, so kunnu tit skriva okkum ein teldupost á: garfild@mac.com og skriva:

1. Navn og eftirnavn
2. Dagfesting
3. Hvar verður brúdleypið og veitslan
4. Hvussu nógv fólk vænta tit
5. Viðheft eina mynd av brúðarparinum

Góða eydnu

Lýsingar-myndir

Her er ein mynd, ið vit tóku í Føroyum í summar. Hon er ætlað sum ein sølulýsing til at selja føroyskar troyggjur uttanlands.
„Blogging“ er ikki komið inn í ta føroysku mentanina rættiliga, men gerið endiliga viðmerkingar (comments) til myndirnar. Tí tað er sjálvandi hugaligt at hoyra tykkara áskoðan um tær ymisku myndirnar. Hvat rokkar og hvat sokkar?

Mynd 1
sirri-213.gif

Mynd 2
sirri-214.jpg

Mynd 3
sirri-222.jpg

Mynd 4
sirri-219.jpg