Nýggjan Blogg

Nýggi bloggurin sæst her http://www.miriamjanus.com/blog

Advertisements

Stórar broytingar á veg

Ronja

Tit minnast kanska myndirnar av Anitu við stórum búki og her er so ein mynd av Ronju saman við pápa hennara. Tit koma at síggja fleiri myndir av henni um uml. 1-2 vikur, men til tá, eru fleiri stórar broytingar farnar fram.

Nýtt prosjekt

Tað seinastu tíðina hava vit arbeitt við einari nýggjari verkætlan og fríggjadagin 25 apríl verður tað gjørt alment hvat akkurát tann verkætlanin inniber. Verkætlanin verður skotin ígongd við tí nýggja Kvinnu blaðnum og ein av teimum fremstu síðunum í Kvinnu verður ein lýsing við verkætlanina. Vit vóna at tað kemur at verða fleiri av tykkum til góða hjálp 🙂

Nýggjan Blogg

Hetta er okkara seinasti postur á hesum blogginum. Vit hava nú í eina tíð arbeitt við at skapa okkum eitt nýtt branding og ein nýggjan Blogg og 1 mai verður Bloggurin almennur. Vit eru sera spent upp á bloggin og halda at hann er nógv betri enn hesin 🙂

Familjumyndir, Barnamyndir og forlovilsmyndir

Vit hava sett mai og part av juni av til at taka familju-, barna- og forlovilsmyndir og taka ímóti bíleggingum nú. Um tit ynskja at tosa við okkum ella at bíleggja pláss, eru tit vælkomin at skriva okkum ein mail ella at ringja á tlf. 289 200. Um tit eru áhugaið at fáa okkum at taka myndir til skúla ella barnagarðar er tað eisini møguligt, men sera avmarkað pláss. Men ring og so kunnu vit tosa um tað er møguligt ella ikki.

Bakkastova

Nú er langt síðani at vit uppdateraðu bloggin seinast. Tað eru ymiskar orsøkir til tað, men nú skuldi farið og verðið betri tað komandi tíðina og tit fara at síggja meiri til okkum aftur 🙂
Vit eru nú bæði tvey í Føroyum og vera verandi í Føroyum til eftir summarferðiuna. Vit hava nógv ymiskt á skránni inntil tá, so hyggið inn aftur við jøvnum millumbilum fyri at síggja hvat vit fáast við.
Eftir páskir fara vit eisini at almannagera eina nýggja spennandi verkætlan, ið hevur verið í gerð nú í eina tíð. Hetta fáa tit at vita meiri um eftir páskir.
Her eru nakrar myndir, ið vit tóku av Bakkastovu í Ljósáðum. Húsini hevur Ludvík Petersen latið bygt, møblarnir eru frá HomeDesign á Hjalla og vindeyguni eru frá H-dygd. Húsini eru í serflokkið og vit lata myndirnar tala fyri seg. Um tit ynskja at vita meiri um húsini, so kunnu tit vitja http://www.ognir.fo

1.
bakkastova1.jpg

2.
bakkastova2.jpg

3.
bakkastova3.jpg

4.
bakkastova4.jpg

5.
bakkastova5.jpg

6.
bakkastova6.jpg

7.
bakkastova8.jpg

Mac World 2008

Fyri uml. einum ári síðani skiftu vit bæði frá PC til Mac. Eftir 1 ár við Mac er niðurstøðan tann, at Mac er super. Vit skifta ongantíð yvir aftur til PC 🙂 So vita tit tað…

Her eru tvey klipp frá Mac World 2008.

Samandráttur av Mac World 2008 í 60 sekund.

Nú er tíð til at fáa nýggja teldu.

Noomi, Filip og Pætur

Her eru nakrar myndir, ið vit tóku av trimum systkjum áðrenn jól. Hetta var ein jólagáva til foreldrini.

1.
12.jpg

2. Noomi
21.jpg

3. Filip
31.jpg

4. Pætur
41.jpg

Myndir av Anitu

Her er ein mynd av Anitu, ið skal føða fyrsta dagin. Ynskja tit at síggja fleiri myndir, ið vit hava tikið av henni, kunnu tit fara inn á http://www.garfild.fo og trýsta á FLASH SITE. Har er ein menu, ið eitir “proofing” og har kunnu tit skriva “anita” og so skuldu myndirnar loada.
Tit eru sjálvandi vælkomin at skriva viðmerkingar til myndirnar út á Bloggin.
Tá ið Anita hevur átt, er eisini ætlanin at taka myndir av barninum : )

1.
anita_1.jpg

Brúðarmyndir – Ingigerð og Tóri

Leygardagin 29/11-2007 tóku vit myndir til brúdleypið hjá Ingigerð og Tóra. Tað var ein sera vakur dagur og tey vóru ein dreymur at taka av. Vit fingu tað tíð, ið vit ynsktu okkum at taka myndirnar í og úrslitini vóru sera góð.Fleiri koma seinni, men her eru nakrar av myndunum.1.5.jpg2.3.jpg3.6.jpg4.1.jpg5.2.jpg6.4.jpg7.7.jpg8.11.jpg9.8.jpg10.9.jpg

2008

Hendan myndin er tikin av Martin.fo og vit hava sjálvi redigera hana.
1.
nyttar_20071.jpg